Tað hendir so mangt millum ár og dag. Serliga um høgtíðina. Men hetta var áðrenn jól.
Einaferð fyrst í december fóru vit at leggja til merkis, at grannin hevði fingið sær hana. Tað er onki løgið í tí, eftirsum vit høvdu hoyrt hanar gala onkustaðni í grannalagnum fyrr. Men hetta var so beint við – ja, tað virkaði sum tað var undir vindeyganum! Alt gott um tað. Men hesir hananir tykjast at vera í ørviti, tí teir gala nær sum helst – eisini á miðjari nátt. Kanska eru tað gøtuljósini som gera teir í ørviti.
So ein morgunin síggi eg, at hanin gongur og spankulerar í havanum hjá okkum! Hann er svangur, stakkalin, so eg gevi honum køld eplir. Hann er bangin, men svangari enn bangin, so hann fær sær. Vit høvdu arbeiðsmenn í nakrar dagar sum løgdu steinar í garðinum, teir hildu vit áttu hendan ólukku hana. Tá teir so funnu út av at tað gjørdu vit ikki, vildi tann eini fanga hann – og sleppa honum inn til grannan (sum hann helt átti hann). Tað var eitt øgiligt rok og rennarí! Men hanan fangaði hann ikki.
Hvat síðan er hent, er at vit funnu út av at hann brúkar garðin sum ‘vagl’ og situr har um náttina. Síðani flýgur hann niður øðrumegin – sikkurt har hann fær okkurt at eta!
Hvør eigur hanan vita vit ikki. Grannarnir eiga hann ikki. So inntil víðari hava vit sligið okkum til tols við at hava livandi vekjara. Hesin er nú nakað hásur á málinum, so tað bilar ikki um hann letur uttanfyri vanliga vekingartíð!











