Archive for September, 2008

Arabiskt kinesiskt

21 September, 2008
Imperial Dragon

Imperial Dragon

Heilin er sum ein stór nót. Tá vit læra eitt nýtt mál tað er neyðugt at finna okkurt at binda tað nýggja í – vit fanga tað nýggja við tí nótini, sum vit alla tíðina seyma víðari uppá. Eg havi nú altíð hildið at meskarnir hava verið í so stórir á mínari nót tá eg havi roynt at læra kinesiskt! Tað hevur verið nógv lættari at lært seg at eta kinesiskan mat. Ella kanska hava vit gjørt meira við etingina enn at læra málið. Øvelse gør mester, plagdu tey at siga. Tað er so tað…

So her eru vit í einum heilt nýggjum landi við einari heilt aðrari mentan – og mati. Og meskarnir sýnast aftur víðopnir. Í gjárkvøldið gjørdu vit av at fara út at fáa okkum døgverða sum vit plagdu at gera í Singapore. Og ikki meir enn 5 minuttir frá har vit búgva beint nú liggur ein kinesisk restauratión. Og hvat tað var deiligt at fáa nakað at eta sum vit kenna so væl. Kanska ikki heilt autentiskt kinesiskt (tað er eisini so nógv ymiskt) men er eitt sindur arabificerað so tað ikki skal skelka gómarnar her. Og tað var eisini heilt ok. 

Vit eru vanabundin kríatúr, men vit seyma víðari.

Við vatnbussinum

19 September, 2008

Hinumeðin ‘the Creek’ er eitt sindur meira órudduligt, um man vil. Summi siga autentiskt. Líka mikið, vit fóru so yvirum. Fríggjadagur er, og frídagur. Alt er stongt mitt um dagin. Vit fóru yvirum við einum báti, sum hevði airkondition og tað heila, og betaltu 6 krónur. Tað var øgiliga fínt og bara eitt annað ferðafólk var vilst har umborð. Aftur tóku vit hendan vatnbussin, sum var heldur bíligari, 1,50 kr. Tað gekk bæði skótt og væl. 

Dagsins lektia: far ikki til gongu í Dubai! Hetta er ikki ein býur at spasera í. Tað er ov langt og ov heitt. Og serliga hendan mánaðan, meðan tey halda Ramadan, kanst tú ikki so frægt sum drekka vatn alment; tað vil siga, ikki fyrr enn sólin er niðurfarin.

Vit sóu annars ein upgraderaðan ‘Lakeside’ har í havnini. Tað var kanska nakað at hugsa um hjá Ólavi tá hann skal víðka sína forrætning!

Langur stuttur teinur

18 September, 2008


Vit leita eftir onkrum at búgva í og mugu enn einaferð viðganga, at kortið er ikki tað sama sum landslagið (”the map is not the territory”), sum Alfred Korzybski formuleraði. Hesuferð var tað kanska bókstaviliga meint, tí ferðslan var so nógv at tað tók rúma tíð at koyra teinin, sum annars sá tilforlátiligur út á kortinum. Meiningin við hesum orðataki er annars at eitt hugtak er ikki sjálvur veruleikin, ella pínan av einum steini sum dettur á fótin er ikki steinurin.

Vit komu tó fram aftaná at hava koyrt framvið einum hegni, sum var mark millum oyðimørkina og býin. Har var ein býarpartur, ella ein bygd í býnum sum var júst sum tikin úr filminum Edward Scissorhands! Amerikansk suburbia, sum Tim Burton og Caroline Thompson sóu tað. Og vit sóu ikki Johnny Depp.

Vell, vit flyta ikki hagar. Vit jagstra víðari.

Vindeyga

16 September, 2008

Louis Vuitton – Milano

Hvat goymir seg aftanfyri rútin…? Móti, sjálvsagt, men eisini tað sum hendir úti á gøtuni. Har ganga fólk fyri at hyggja eftir fólki og ikki minst fyri sjálvi at verða sædd.

Fløggunum tørva bara eina bláa strípu, so eru tey føroysk! Soleiðis kunnu vit hyggja eftir verðini við teimum eygunum vit koma við, og síggja tí ofta ikki tað sum er á onkrum øðrum lagi, onkrum øðrum perspektivi og frá onkrum øðrum sjónarmiði. Fløggini siga frá, at Milano er meira enn móti, tey siga, at Milano eisini er um tónleik: Milano ama il musica – elskar tónleik!

Via Spadari nummar nýggju

15 September, 2008
Peck at Via Spadari

Peck at Via Spadari

Hava italienskar delikatessur nakran áhuga? Tað er bara eitt stað har tú finnur alt sum tær lystir: í handlinum ‘Peck’ á Via Spadari nummar 9 í Milano. Tað liggur á einum síðuvegi ikki langt frá tí vakrasta og mest stórbæra bygninginum eg kenni: dómkirkjuni, Il Duomo. Eg var inni hjá ‘Peck’ og keypti olju og balsamiskan edikk frá Modena. Mátti hava okkurt lekkurt við…Men í øllum rokinum á Malpensa flogvøllinum gloymdi eg, at alt sum er flótandi skal pakkast niður í kuffertið og ikki havast við í hondini. Har var onki at gera, eg mátti lata tað frá mær. Tíbetur var Katrin ikki farin, so ein av teimum sum kannar viðføri fór út við mínum ólógliga lítla pakka til hennara.

So nú vóru góð ráð dýr. Eg gav tó ikki upp og fór inn at hyggja har tey selja tollfríar vørur – og mínsann um ikki ein hyll var har við vørum frá ‘Peck’! Eg fekk mína olju og mín edikk – og Katrin eisini. So har vendist tað keðiliga til dupulta gleði. Og eg má siga, at tað er eisini dupult so lekkurt at dyppa breyð-endan í balsamiskan edikk frá Modena, serliga tá eg mundi mist hann.

Og her kemur tað besta av øllum. Hóast upplivingin neyvan er tann sama, so er ikki neyðugt at reisa seg av sofuni, tú kanst shoppa on-line: http://www.peck.it/  Í øllum førum kanst tú kaga inn í handilin og síggja hvat tey hava at bjóða.

Sól og sandur

14 September, 2008

Betongslott á sandinum Betongslott á sandi

Sól og sandur hevur nú fingið ein heilt annan týdning enn at fara til Mallorca at leggja seg at brúnka! Eg havi annars ongantíð verið á Mallorca, men her í Dubai eru bæði sól og sandur í yvirmát. Tað hevur ligið um 40 hitastig nú í skjótt 4 mánaðar, men nú eru hitastigini við at minka so líðandi – eg haldi tað vóru eini 38 stig í gjár. Vit vóru ein túr fyri at finna út av hvar vit vóru, so at siga. Vegirnir eru nógvir. Sum slangur snúgva teir seg eftir tí slætta landslagnum. Og vit viltust eisini nakrar ferðir – ta einu ferðina endaðu vit á einari rennibreyt fyri kamelar! Vit sóu tó ongar. Her er vilt byggjarí, allur býurin er eitt stórt byggipláss. Vell, tað skal so vísa seg hví fólk trívast her í oyðimørkini og um vit eisini fara at halda at hetta er ein oasa.