So er at finna út av hvat vit kunnu gera her. Ein túr út í oyðimørkina hoyrir seg til her. Og Gunnar smæðist ikki at standa á sandskí – eftirsum ongin kavi er her úti í oyðimørkini.
Hetta er jú lítið ímóti tí stóru veitsluni sum er her í dag við 2500 av verðins kendastu fólkum sum gestir tá ‘Atlantis’ letur upp - har eru Oprah, Beckham parið, Kylie, kongalig, Hollywood elitan, øll sum vit lesa um í slatrispaltunum! Vit vanligu kunnu keypa bilettir at síggja tað flottasta fýrverkaríið sum nakar hevur sett saman frá fyrstu røð….Kokkar, designarar, undirhaldarar og ein sum er komin úr Australia at byggja eitt sandslott – vell, listin er endaleysur. Alt til eina rokning uppá 20 Milliónir amerikanskar dollarar. Takk skalt tú hava. Hvussu nógv breyð kann man eta! O, forrestin, summi av fólkunum hava fingið 1 millión dollars bara fyri at vísa seg…Eg hopi vit vakna skjótt.
