Himmalhválv

By faroetripper
Stjørnuprýtt himmalhválv - Emirate Airlines

Stjørnuprýtt himmalhválv - Emirate Airlines

Á veg til Liverpool við Emirate Airlines. Vit fóru einaferð aftaná miðnátt, so eg sovnaði skjótt. Einaferð lat eg annað eygað upp – og trúi ikki at eg sá beint upp í stjørnujhimmalin! Eg veit ikki um tað er vakurt ella bara for nógv av tí góða, men mín fyrsta reaktión var at flenna … men eftir eina løtu helt eg, at tað faktisk riggaði væl.

Leygarmorgunin fór eg eftir Katrin á Manchester airport – og hon skuldi øll møgulig ørindir! So vit koyrdu eftir einari hondskrivaðari leiðbeining frá Gretu inn til Selfridges. Og vit funnu tað per umgangandi. Og har høvdu tey mínsann eisini eitt stjørnuprýtt himmalhválv! Kanska høvdu tey gjørt eitt sindur meir burturúr, men tankin var nokk tann sami. Eg veit ikki um tað er jólamánaðin sum fær fólk at hyggja himmalvegin ella tað er ein máti at fáa okkum at gloyma…

Selfridges, Manchester

Selfridges, Manchester

Tags: , , , , , ,

Leave a Reply