Magnet, Liverpool

By faroetripper
Magnet, Liverpool

Magnet, Liverpool

Nógv kend nøvn byrjaðu sína karrrieru í the Magnet í Liverpool. Tíðin vil vísa um hetta er byrjanin hjá Picture Book. Uttan mun, so var henadan upplivingin túrin verd. Tvær koncertir við Picture Book vóru í tí vælkenda spælistaðnum the Magnet í Hardman Street í Liverpool farna vikuskiftið – 23 og 24 November. Har var eisini ljós-show við tónleikinum. Alle tiders og professionelt í einum ektaðum Livverpool umhvørvi. Hví ikki hyggja at ensk-føroyska bólkinum PictureBook á teirra myspace síðu,  http://www.myspace.com/picturebookaregreat

Tað var kalt í Onglandi, men veðrið var gott vestanfyri meðan tað kavaði eystanfyri. Soleiðis er tað. Og tað er deiligt at koma aftur har tað er næstan 30 gradir og ongin stormur – og so slett onki regn!

Tags: , , , , ,

One Response to “Magnet, Liverpool”

  1. Ein fan Says:

    Konsertin var lekkur – deiligt mix av bólkum eisini tað fyrsta kvøldið. Magnet er ‘the place’ man. Og Picture Book ‘the band’.

Leave a Reply