Kina er eitt tað mest spennandi landið eg veit. Í Oktober vitjaði eg tann gamla høvuðstaðin Xi’an, sum í dag er høvuðstaður í Shanxi provinsini, sum liggur í ein útsynning úr Beijing - einar tveir tímar við flogfari. Mest kent fyri Terrakotta herðin, sum varð gjørdur í Qin dynasti’num. Og heilt ótrúligt var tað eisini at síggja!
Men tað vóru hesar ruskspanninar ið stóðu framvið býarmúrinum sum fekk meg at hyggja einaferð afturat. Hvør sigur at rusk ikki kann savnast innanfyri vakrar estetiskar rammur! Eg føldi eisini, at har var so nógv spennandi tí at har búgva so nógv ymisk etnisk fólk saman og har eru fleiri ymiskar religiónir í frið og náðum. Tá muslimarnir kallaðu til bøn úr moskéini helt eg fyri víst at tað arabiska ljóðaði kinesiskt….men tað stendur fyri mína egnu rokning.
