
Terrakotta herurin
Myndin er frá tí fyrsta útgrevstrinum av terrakotta herinum hjá kinesiska keisaranum, Qin Shi Huan nærhendis Xi’an. Nakrir bøndur komu framá hendan herin av leir-hermonnum í 1974. Í sær sjálvum er tað at hava ein heilan her við sær yvirum í andanna verð rættuliga yvirdrivið. Ikki minni enn 8000 mans, ross og vognar. Teir eru gamlir, frá 210 fyri Krist.
Lat tað fara. Tað sum var áhugavert í allari hesari stórslignu framvísingini av magt og stórlætni var, at tann bóndin, sum í hvussu er fekk heiðurin av at hava funnið hendan tjóðarskattin ongantíð aftur nýttist at bóndast! Nú situr hann har – í dag ein gamal maður – og signerar myndabøkur um hendan skattin sum spakin rakti tá hann gróv út fyri einum vatnbrunni. Tað imponerar jú altíð at síggja onkran upprunaligan…. hóast hann neyvan kann vera ein samanbering við keisaran Qin ella teir sum hava skapt hesar standmyndir.
Og standmyndirnar verða enn gjørdar har um leiðir - í øllum støddum. Tú kanst hava ein figur við tær í taskuni ella fáa ein ella fleiri mans í fullari stødd sendar haðar tú ynskir. Løgið sum alt gamalt gerst áhugavert. Hava vit mist hegnið at skapa nakað longur ella eru tað tær modernaðu handilsmiðstøðinar sum fara at vera turistattraktiónir í framtíðini?