Hvar er marknaðarherferðin?

 

Nisa á sandinum

Nísa á sandinum

Í Oktober sóu vit hendan hvalin, sum eg haldi er okkurt nísuslag, liggja á einari strond á eystursíðuni í Malaysia. Við síðuna av lógu restirnar av einari nót. Um neyðardýrið kom sær í nótina, veit eg ikki. Men eitt veit eg, og tað veit eg, at tað sum hendir í Føroyum við at grindahvalurin nú er ov vandamikil at eta, fær fólk algoyst at mótmæla – tí ongin skal bestemma hvat vit eta! Nei, og ongin skal bestemma um vit roykja heldur!

Tað næsta eg síggi er, at Paul Watson heldur fram við sínari herferð í Rás 2. OK. Er okkurt ikki á vási her? Vit fáa forerað ein møguleika at fara í herferð móti dálkingini í Europa sum hevur frátikið okkum rættin at brúka havið uttanum okkum at fara eftir døgverðamati. Í staðin fara vit í fornoktilsi – her skal ongin bestemma. Halló! Hvat við av venda kjakinum til at arbeiða fyri einum reinari umhvørvi sum vit øll kunnu njóta gott av? Ella er tað veruliga so, at vit bara hoppa uppá vognin av umhvørvistosi sum er uppá móta fyri tíðina? Um tú til dømis vilt hava stuðul til nakra sum helst gransking í dag, so skalt tú bara kanna  hvat árin ’global warming’ hevur á….bla bla, hvat sum helst. Eisini Kirkjubø og okkara ‘tjóðar-arv’ har.

Eitt sindur av perspektivi er altíð uppá pláss. So kunnu vit velja um vit eta tvøst ella ei. Og vit kunnu so eisini tosa um grindadráp ella ei. Men uppá okkara egnu treytir.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Connecting to %s


Follow

Get every new post delivered to your Inbox.