
Pinacodeca di Brera klokka
Milano er ein býur sum er deiligur at vitja. Tær nógvu lekru detaljurnar á bygningunum týða uppá, at tær bæði eru tíðarleysar og stava frá einari ávísari tíð og mentan. Og tað ultimala tíðarsymbolið er klokkan. Okkum tørvar tíðina til at skilja tíðina, annars brennur alt saman í einum punkti og samstundis í øllum sum altíð er. Tað er bara for innviklað fyri heilan hjá okkum. Tí er tíðin so dýrabar. Hon er tann seinasti skansin sum kann geva onkra meining sum er løtt at skilja og kann skilja sundur alt sum annars kollapsar ella expanderar. Annars er nógv annað á savninum: myndir og standmyndir ella, um myndir ikki eru nakað fyri teg, so njóta skuggaspælið av bygninginum og tann absolutta friðin mitt í ferðslurokinum uttanfyri.
Og vilja vit liva í løtuni, so er ikki langt at ganga frá Pinacodeca di Brera savninum oman til Bar Brera, eina uttandura café. Tá veðrið er til tað, altso. Á, at bara vera – og kanska hyggja eftir teimum sum koma framvið…

Bar Brera
Tags: 2008, Add new tag, Café, ferðamál, Italia, klokka, Milano, savn, tíð