Archive for the ‘Dubai’ Category

Hvør eigur hanan?

2 January, 2010

Tað hendir so mangt millum ár og dag. Serliga um høgtíðina. Men hetta var áðrenn jól.

Einaferð fyrst í december fóru vit at leggja til merkis, at grannin hevði fingið sær hana. Tað er onki løgið í tí, eftirsum vit høvdu hoyrt hanar gala onkustaðni í grannalagnum fyrr. Men hetta var so beint við – ja, tað virkaði sum tað var undir vindeyganum! Alt gott um tað. Men hesir hananir tykjast at vera í ørviti, tí teir gala nær sum helst – eisini á miðjari nátt. Kanska eru tað gøtuljósini som gera teir í ørviti.

So ein morgunin síggi eg, at hanin gongur og spankulerar í havanum hjá okkum! Hann er svangur, stakkalin, so eg gevi honum køld eplir. Hann er bangin, men svangari enn bangin, so hann fær sær. Vit høvdu arbeiðsmenn í nakrar dagar sum løgdu steinar í garðinum, teir hildu vit áttu hendan ólukku hana. Tá teir so funnu út av at tað gjørdu vit ikki, vildi tann eini fanga hann – og sleppa honum inn til grannan (sum hann helt átti hann). Tað var eitt øgiligt rok og rennarí! Men hanan fangaði hann ikki.

Hvat síðan er hent, er at vit funnu út av at hann brúkar garðin sum ‘vagl’ og situr har um náttina. Síðani flýgur hann niður øðrumegin – sikkurt har hann fær okkurt at eta!

Hvør eigur hanan vita vit ikki. Grannarnir eiga hann ikki. So inntil víðari hava vit sligið okkum til tols við at hava livandi vekjara. Hesin er nú nakað hásur á málinum, so tað bilar ikki um hann letur uttanfyri vanliga vekingartíð!

So stoltur gongur hann har

Sandskí

20 November, 2008
Vekk av vegnum

Vekk av vegnum

So er at finna út av hvat vit kunnu gera her. Ein túr út í oyðimørkina hoyrir seg til her. Og Gunnar smæðist ikki at standa á sandskí – eftirsum ongin kavi er her úti í oyðimørkini.

Hetta er jú lítið ímóti tí stóru veitsluni sum er her í dag við 2500 av verðins kendastu fólkum sum gestir tá ‘Atlantis’ letur upp - har eru Oprah, Beckham parið, Kylie, kongalig, Hollywood elitan, øll sum vit lesa um í slatrispaltunum! Vit vanligu kunnu keypa bilettir at síggja tað flottasta fýrverkaríið sum nakar hevur sett saman frá fyrstu røð….Kokkar, designarar, undirhaldarar og ein sum er komin úr Australia at byggja eitt sandslott – vell, listin er endaleysur. Alt til eina rokning uppá 20 Milliónir amerikanskar dollarar. Takk skalt tú hava. Hvussu nógv breyð kann man eta! O, forrestin, summi av fólkunum hava fingið 1 millión dollars bara fyri at vísa seg…Eg hopi vit vakna skjótt.

Burj Al Arab

3 October, 2008
Burj Al Arab

Burj Al Arab

Kanska er hetta 7-stjørnaða hotellið tann mest kenda myndin úr Dubai. Í gjárkvøldið vóru vit á grannahotellinum, Jumeirah Beach Hotel og fingu okkum døgverða saman við nøkrum frá arbeiðsplássinum hjá Gunnar.  Og tað sær flott út, sum eitt stórt segl. Okkum manglar enn at fara inn at hyggja, men tað skal nokk koma.

Annars fari eg til Singapore í kvøld. Eg skal arbeiða har í eina viku áðrenn Gunnar eisini kemur og leiðin gongur til Malaysia í 5 dagar. Meira um tað seinni. Internet-sambandið er nakað óálítandi, so tað gongur striltið at senda myndir upp.

Arabiskt kinesiskt

21 September, 2008
Imperial Dragon

Imperial Dragon

Heilin er sum ein stór nót. Tá vit læra eitt nýtt mál tað er neyðugt at finna okkurt at binda tað nýggja í – vit fanga tað nýggja við tí nótini, sum vit alla tíðina seyma víðari uppá. Eg havi nú altíð hildið at meskarnir hava verið í so stórir á mínari nót tá eg havi roynt at læra kinesiskt! Tað hevur verið nógv lættari at lært seg at eta kinesiskan mat. Ella kanska hava vit gjørt meira við etingina enn at læra málið. Øvelse gør mester, plagdu tey at siga. Tað er so tað…

So her eru vit í einum heilt nýggjum landi við einari heilt aðrari mentan – og mati. Og meskarnir sýnast aftur víðopnir. Í gjárkvøldið gjørdu vit av at fara út at fáa okkum døgverða sum vit plagdu at gera í Singapore. Og ikki meir enn 5 minuttir frá har vit búgva beint nú liggur ein kinesisk restauratión. Og hvat tað var deiligt at fáa nakað at eta sum vit kenna so væl. Kanska ikki heilt autentiskt kinesiskt (tað er eisini so nógv ymiskt) men er eitt sindur arabificerað so tað ikki skal skelka gómarnar her. Og tað var eisini heilt ok. 

Vit eru vanabundin kríatúr, men vit seyma víðari.

Við vatnbussinum

19 September, 2008

Hinumeðin ‘the Creek’ er eitt sindur meira órudduligt, um man vil. Summi siga autentiskt. Líka mikið, vit fóru so yvirum. Fríggjadagur er, og frídagur. Alt er stongt mitt um dagin. Vit fóru yvirum við einum báti, sum hevði airkondition og tað heila, og betaltu 6 krónur. Tað var øgiliga fínt og bara eitt annað ferðafólk var vilst har umborð. Aftur tóku vit hendan vatnbussin, sum var heldur bíligari, 1,50 kr. Tað gekk bæði skótt og væl. 

Dagsins lektia: far ikki til gongu í Dubai! Hetta er ikki ein býur at spasera í. Tað er ov langt og ov heitt. Og serliga hendan mánaðan, meðan tey halda Ramadan, kanst tú ikki so frægt sum drekka vatn alment; tað vil siga, ikki fyrr enn sólin er niðurfarin.

Vit sóu annars ein upgraderaðan ‘Lakeside’ har í havnini. Tað var kanska nakað at hugsa um hjá Ólavi tá hann skal víðka sína forrætning!

Langur stuttur teinur

18 September, 2008


Vit leita eftir onkrum at búgva í og mugu enn einaferð viðganga, at kortið er ikki tað sama sum landslagið (”the map is not the territory”), sum Alfred Korzybski formuleraði. Hesuferð var tað kanska bókstaviliga meint, tí ferðslan var so nógv at tað tók rúma tíð at koyra teinin, sum annars sá tilforlátiligur út á kortinum. Meiningin við hesum orðataki er annars at eitt hugtak er ikki sjálvur veruleikin, ella pínan av einum steini sum dettur á fótin er ikki steinurin.

Vit komu tó fram aftaná at hava koyrt framvið einum hegni, sum var mark millum oyðimørkina og býin. Har var ein býarpartur, ella ein bygd í býnum sum var júst sum tikin úr filminum Edward Scissorhands! Amerikansk suburbia, sum Tim Burton og Caroline Thompson sóu tað. Og vit sóu ikki Johnny Depp.

Vell, vit flyta ikki hagar. Vit jagstra víðari.

Sól og sandur

14 September, 2008

Betongslott á sandinum Betongslott á sandi

Sól og sandur hevur nú fingið ein heilt annan týdning enn at fara til Mallorca at leggja seg at brúnka! Eg havi annars ongantíð verið á Mallorca, men her í Dubai eru bæði sól og sandur í yvirmát. Tað hevur ligið um 40 hitastig nú í skjótt 4 mánaðar, men nú eru hitastigini við at minka so líðandi – eg haldi tað vóru eini 38 stig í gjár. Vit vóru ein túr fyri at finna út av hvar vit vóru, so at siga. Vegirnir eru nógvir. Sum slangur snúgva teir seg eftir tí slætta landslagnum. Og vit viltust eisini nakrar ferðir – ta einu ferðina endaðu vit á einari rennibreyt fyri kamelar! Vit sóu tó ongar. Her er vilt byggjarí, allur býurin er eitt stórt byggipláss. Vell, tað skal so vísa seg hví fólk trívast her í oyðimørkini og um vit eisini fara at halda at hetta er ein oasa.