19 September, 2008 by faroetripper

Hinumeðin ‘the Creek’ er eitt sindur meira órudduligt, um man vil. Summi siga autentiskt. Líka mikið, vit fóru so yvirum. Fríggjadagur er, og frídagur. Alt er stongt mitt um dagin. Vit fóru yvirum við einum báti, sum hevði airkondition og tað heila, og betaltu 6 krónur. Tað var øgiliga fínt og bara eitt annað ferðafólk var vilst har umborð. Aftur tóku vit hendan vatnbussin, sum var heldur bíligari, 1,50 kr. Tað gekk bæði skótt og væl.
Dagsins lektia: far ikki til gongu í Dubai! Hetta er ikki ein býur at spasera í. Tað er ov langt og ov heitt. Og serliga hendan mánaðan, meðan tey halda Ramadan, kanst tú ikki so frægt sum drekka vatn alment; tað vil siga, ikki fyrr enn sólin er niðurfarin.
Vit sóu annars ein upgraderaðan ‘Lakeside’ har í havnini. Tað var kanska nakað at hugsa um hjá Ólavi tá hann skal víðka sína forrætning!

Tags: 2008, Dubai, Waterbus, Lakeside, Creek
Posted in Dubai | Leave a Comment »
18 September, 2008 by faroetripper

Vit leita eftir onkrum at búgva í og mugu enn einaferð viðganga, at kortið er ikki tað sama sum landslagið (”the map is not the territory”), sum Alfred Korzybski formuleraði. Hesuferð var tað kanska bókstaviliga meint, tí ferðslan var so nógv at tað tók rúma tíð at koyra teinin, sum annars sá tilforlátiligur út á kortinum. Meiningin við hesum orðataki er annars at eitt hugtak er ikki sjálvur veruleikin, ella pínan av einum steini sum dettur á fótin er ikki steinurin.
Vit komu tó fram aftaná at hava koyrt framvið einum hegni, sum var mark millum oyðimørkina og býin. Har var ein býarpartur, ella ein bygd í býnum sum var júst sum tikin úr filminum Edward Scissorhands! Amerikansk suburbia, sum Tim Burton og Caroline Thompson sóu tað. Og vit sóu ikki Johnny Depp.
Vell, vit flyta ikki hagar. Vit jagstra víðari.
Tags: 2008, Dubai, Hús, Suburbia
Posted in Dubai | Leave a Comment »
16 September, 2008 by faroetripper

Louis Vuitton – Milano
Hvat goymir seg aftanfyri rútin…? Móti, sjálvsagt, men eisini tað sum hendir úti á gøtuni. Har ganga fólk fyri at hyggja eftir fólki og ikki minst fyri sjálvi at verða sædd.
Fløggunum tørva bara eina bláa strípu, so eru tey føroysk! Soleiðis kunnu vit hyggja eftir verðini við teimum eygunum vit koma við, og síggja tí ofta ikki tað sum er á onkrum øðrum lagi, onkrum øðrum perspektivi og frá onkrum øðrum sjónarmiði. Fløggini siga frá, at Milano er meira enn móti, tey siga, at Milano eisini er um tónleik: Milano ama il musica – elskar tónleik!
Tags: fólk, Italia, Louis Vuitton, reflection, Vindeyga
Posted in Italia | Leave a Comment »
15 September, 2008 by faroetripper

Peck at Via Spadari
Hava italienskar delikatessur nakran áhuga? Tað er bara eitt stað har tú finnur alt sum tær lystir: í handlinum ‘Peck’ á Via Spadari nummar 9 í Milano. Tað liggur á einum síðuvegi ikki langt frá tí vakrasta og mest stórbæra bygninginum eg kenni: dómkirkjuni, Il Duomo. Eg var inni hjá ‘Peck’ og keypti olju og balsamiskan edikk frá Modena. Mátti hava okkurt lekkurt við…Men í øllum rokinum á Malpensa flogvøllinum gloymdi eg, at alt sum er flótandi skal pakkast niður í kuffertið og ikki havast við í hondini. Har var onki at gera, eg mátti lata tað frá mær. Tíbetur var Katrin ikki farin, so ein av teimum sum kannar viðføri fór út við mínum ólógliga lítla pakka til hennara.
So nú vóru góð ráð dýr. Eg gav tó ikki upp og fór inn at hyggja har tey selja tollfríar vørur – og mínsann um ikki ein hyll var har við vørum frá ‘Peck’! Eg fekk mína olju og mín edikk – og Katrin eisini. So har vendist tað keðiliga til dupulta gleði. Og eg má siga, at tað er eisini dupult so lekkurt at dyppa breyð-endan í balsamiskan edikk frá Modena, serliga tá eg mundi mist hann.
Og her kemur tað besta av øllum. Hóast upplivingin neyvan er tann sama, so er ikki neyðugt at reisa seg av sofuni, tú kanst shoppa on-line: http://www.peck.it/ Í øllum førum kanst tú kaga inn í handilin og síggja hvat tey hava at bjóða.
Tags: Delikatessur, Italia, Milano, on-line shopping, Peck, Via Spadari
Posted in Italia | Leave a Comment »
14 September, 2008 by faroetripper
Betongslott á sandi
Sól og sandur hevur nú fingið ein heilt annan týdning enn at fara til Mallorca at leggja seg at brúnka! Eg havi annars ongantíð verið á Mallorca, men her í Dubai eru bæði sól og sandur í yvirmát. Tað hevur ligið um 40 hitastig nú í skjótt 4 mánaðar, men nú eru hitastigini við at minka so líðandi – eg haldi tað vóru eini 38 stig í gjár. Vit vóru ein túr fyri at finna út av hvar vit vóru, so at siga. Vegirnir eru nógvir. Sum slangur snúgva teir seg eftir tí slætta landslagnum. Og vit viltust eisini nakrar ferðir – ta einu ferðina endaðu vit á einari rennibreyt fyri kamelar! Vit sóu tó ongar. Her er vilt byggjarí, allur býurin er eitt stórt byggipláss. Vell, tað skal so vísa seg hví fólk trívast her í oyðimørkini og um vit eisini fara at halda at hetta er ein oasa.
Tags: 2008, Dubai, Sandur, Hús
Posted in Dubai | Leave a Comment »
3 April, 2008 by faroetripper

Tað hevur altíð hugtikið meg hvussu tað ber til at menn finna saman úti á gøtuni til líkt og ólíkt. Og tað er uttan mun til hvørjum landi tú ert í! Hesir hava nokk veddað ella okkurt líknandi. Tað fyrikemur mær at vera ein bólkamentalitetur, eitt sosialt fyribrigdi. Ikki tí, tað sær nú ógvuliga hugnaligt út. Kvinnur eru oftari inni tá tær eru saman. Øgiliga sjálvdan kemur fyri at síggja konufólk úti á gøtuni saman í bólki sum hetta. Tær fara kanska heldur til handils saman! Ella út at eta og práta.
Hesir sjarmørarnir eru úr Shanghai.
Tags: 2008, bólkur, kort, menn, Shanghai
Posted in Kina | Leave a Comment »
2 April, 2008 by faroetripper
Tað er ikki lætt at finna eina ávísa mynd sum vísir hvat Shanghai veruliga er, so eg seti hesa, sum vísir alt tað nýggja hinumegin Huangpu ánna. Vit síggja fíggjardepulin og tað høgu sjónvarps antennuna á ‘The Oriental Pearl’ torninum, sum hevjar seg upp um alt – tey siga mær at hetta er tann hægsti bygningurin í Kina í løtuni.
Men við kappingini á hesum økinum og við nýggjum materialum sum koma fram hvønn dag, so er ikki longi til forsøgnin hjá Arthur C. Clarke, verðinskendur science fiction høvundur, sum doyði í farna mánað og búði í Sri Lanka síðan 1956, um ein veldigan skýskavara sum fór at røkka frá jørðini út í rúmdina, hansara ‘Orbital Towers’. Fyri at koma upp varð neyðugt brúka rúmdarliftir. Hann fekk rætt í so nógvum forsøgnum og hetta er nú ein møguleiki at hugsa um.
Tann hægsti bygninurin í dag er 508 metur høgur og er eitur Taipei 101 – hann stendur í Taiwan, sjálvandi. Men longu eru hægri bygningar á veg í Dubai, Moskva, Chicago, og í Shanghai. Tað er arkitekturin William Pedersen sum hevur teknað tann næsta hægsta bygningin í Shanghai , ‘World Financial Center’.
Arthur C. Clarke dugdi at síggja hvussu ómetaliga heppin vit eru at liva á jørðini og segði ‘Eg hevði viljað sæð okkum gjørt enda á ættarklandri og farið at hugsa og handla sum vóru vit ein stór familja. Tað hevði verið rættulig globalisering’. Amen til tað.
Posted in Kina | Leave a Comment »